Innanlands

Einki vatn á eystursíðuni í Klaksvík

Nøkur missa vatnið, meðan onnur hava avmarka trýst á vatnleiðingini. Óvist er nær vatnið kemur aftur, upplýsir Klaksvíkar kommuna

2026-02-04 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri fólk í Klaksvík uppliva nú, at tey einki vant hava - ella í besta føri hava avmarkað trýst á.

Hetta er galdandi fyri øll, sum búgva á eystursíðuni í Klaksvíkini.

Kommuna upplýsir á heimasíðunni, at neyðugt hevur verið at latið aftur fyri vatnleðingini á Grønabóli í Klaksvík.

- Hetta ávirkar alla eystursíðuna í Klaksvík, har nøkur missa vatnið heilt ímeðan onnur koma at uppliva avmarka trýst á vatnleiðingina.

Ógreitt er, júst hvat er hent, og óvist er eisini, nær vatnið kemur aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder