Fyrrapartin mistu nógv fólk á eystursíðuni í Klaksvík vatnið - onnur høvdu avmarkað trýst á vatnleiðingina.
Klaksvíkar Kommuna kunnar á heimasíðu sínari um, at neyðugt vara at lata aftur vatnleðingina á Grønabóli í Klaksvík. Hetta ávirkaði alla eystursíðuna í Klaksvík.
Um hálvgun ellivu tíðina var boðað frá, at óvist var, nær vatnið kom aftur.
Klokkan 16.45 kom ein dagføring á klaksvik.fo, har boðað var frá, at vatnið var komið aftur.
Borgarar fingu tó áminning um, at um luft er í krananum, so er at lata vatnið renna eina løtu
Vatnið var vekk í umleið skes tímar - tað er eingin nærri frágreiðin komin um, hví tað var so leingi vekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald