Innanlands

Hálkuóhapp á Velbastaðhálsi

Ein bilur gleið inn í ein annan sum stóð stillur í síðuni á vegnum. Ein persónur koyrdur á sjúkrahús

Soleiðis sá út á Velbastaðhálsi stutt fyri klokkan 18 (Vevmynd: Landsverk)

Soleiðis sá út á Velbastaðhálsi stutt fyri klokkan 18 (Vevmynd: Landsverk)

2026-02-04 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri einum góðum tíma síðan var eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi. Tað var ein bilur, sum var farin inn til síðuna á vegnum og stóð og blinkaði har. Ein bilur kom koyrandi aftanifrá, men kláraði ikki at bremsa og rendi í reyvina.

Helst hevur verið hált.

Av politistøðini verður sagt, at eitt fólk varð koyrt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men at tað ikki tóktist til at vera hendur tann stóri fólkaskaðin.

Ferðslan var tarnað eina løtu av óhappinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder