Uttanlands

Ukraina hevur mist 55.000 herfólk í krígnum

Seinni í mánaðinum eru liðin fýra ár síðan Russland byrjaði innrásina í Ukraina5

Volodymyr Zelinskyj, forseti (Mynd: EPA)

Volodymyr Zelinskyj, forseti (Mynd: EPA)

2026-02-05 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

5.000 ukrainsk herfólk hava latið lív í krígnum móti Russlandi. Tað metir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í eini samrøðu við franskt stjónvarp, skrivar Reuters.

- Í Ukraina er tað almenna talið av dripnum herfólkum á vígvøllinum – tað verði seg professionell ella herskyldug – 55.000, segði hann.

Sambært Reuters legði forsetin í samrøðuni afturat, at tað harafturat er “eitt stórt tal”, sum eru saknað.

Fráboðanin kemur nú knappar tríggjar vikur áðrenn fýra ára dagin síðan Russland byrjaði innrásina í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder