Heimurin er í dag farin inn í eitt meira ótrygt tíðarskeið, tá talan er um hóttanir við kjarnorkuvápnum.
Tí í nátt fór sokallaða Nýggja Start-avtalan úr gildið. Tað merkir, at tað ikki longur finst nøkur avtala, ið avmarkar talið av kjarnorkuvápnum í heiminum.
- Hetta er ein álvarslig løta fyri altjóða frið og trygd, staðfestir António Guterres, ST-aðalskrivari í eini fráboðan.
- Fyri fyrstu ferð í meira enn eina hálva øld standa vit í einum heimi uttan bindandi avmarkingar fyri strategisku kjarnorkugoymslunum í Russlandi og USA, staðfestir Guterres.
Sambært honum er tað í mest óhepna tíðarskeiði, at avtalan gongur út, tí ongantíð í fleiri áratíggjur, hevur støðan í heiminum verið so ótrygg, sum nú.
Tí í sambandi við áhaldandi kríggið í Ukraina, so er vaksandi ótti fyri, at Russland kann finna uppá at brúka sokallað taktisk kjarnorkuvápn á vígvøllinum, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Tað vóru amerikanski forsetin, Barack Obama, og russiski starvsbróðurin, Dmitrij Medvedev, sum í 2010 skrivaðu undir Nýggju Start-avtaluna. Avtalan var eitt framhald av fleiri ymsum avdubbingaravtalum, sum hava verið galdandi síðan 1972.
Nýggi Start-sáttmálin var hin seinasti sáttmálin síðan kalda kríggið endaði, um avmarkingar av vápnamegini. Sáttmálin ásetur, at USA og Russland ikki kunnu hava meira enn 1.550 kjarnorkuspreingiløðingar á hvørjari síðu. Avtalan loyvdi eisini pørtunum at fremja eftirlitsvitjanir hjá hvørjum øðrum, men hesum hevur Russland sýtt fyri síðan 2023.
Formliga er avtalan longd einaferð, og tað hendi í 2021.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, mælti í heyst til, at avtalan varð longd í eitt ár. Men amerikanski forsetin, Donald Trump, svaraði ongantíð hesum tilboðnum, skrivar Yle við AFP og Reuters sum keldum.
Tað eru í løtuni ongar samráðingar um nýggjar avmarkingar fyri kjarnorkuvápn.
Yvirhøvur hevur Trump sett seg ímóti øllum millumtjóða avtalum, ið hava sett avmarkingar fyri USA. Umsitingin hjá Trump hevur eisini nevnt, at tað ikki er nøkur meining í at gera eina avtalu um kjarnorkuvápn, um hon ikki umfatar Kina.
Kina hevur í løtuni umleið 600 kjarnorkuspreingiløðingar, og Pentagon, amerikanska verjumála- ella krígsmálaráðið, hevur nevnt, at hetta talið væl kann nærkast 1.000 í 2030.
Sambært Reuters, er Kina neyvan sinnað at gera nakra avtalu viðvíkjandi kjarnorkuvápnum, so leingi vápnagoymslan hjá Kina er so mikið nógv minni enn goymslurnar hjá USA og Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald