Innanlands

22-11 til andstøðuna - Javnaðarflokkurin og Framsókn bløða

Søguliga góða veljarakanningin hjá Fólkaflokkinum gevur eisini søguliga vánalig úrslit til tveir av samgonguflokkunum

Ruth Vang og Aksel V. Johannesen hava fingið heldur keðilig boð í dag - samanlagt telja Framsókn og Javnaðarflokkurin bert upp í fimm tingsessir nú (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang og Aksel V. Johannesen hava fingið heldur keðilig boð í dag - samanlagt telja Framsókn og Javnaðarflokkurin bert upp í fimm tingsessir nú (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-05 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta gevur høvi til sjálvsrannsakan.

Soleiðis segði Ruth Vang við FM1 í Løgtinginum fyri løtu síðani

Forkvinnan í Framsókn hevði stutt áðrenn sæð úrslitini av veljarakanningini, sum Spyr.fo hesa vikuna hevur gjørt fyri Portalin og FM1. Hon vísir, at Fólkaflokkurin av álvara ger hol í sjógvin - í uppaftur størri mun enn í undanfarnu kanningum.

Les eisini: Søguliga stór undirtøka fyri Fólkaflokkinum

Beinir Johannesen: Kemur óvart á - men ein sterk ábending

Meðan tingmannatalið útfyri Lista A vísir 13, stendur bert eitt 1-tal útfyri flokkin hjá Ruth Vang. Tað var trý til løgtingsvalið í 2022 og hevur ikki verið lægri enn 2 í søgu floksins.

Í prosentum er afturgongdin hjá Framsókn 3,3 prosent - bæði í mun til seinasta valúrslit og til seinastu veljarakanning, sum var 3. november. Hetta er eitt  stórt fyri ein lítlan flokk.

[object Object]
Løgmaður og formaður Javnaðarfloksins hevur nógv at hugsa um - nú hann eisini skal hugsa um, nær hann skal trýsta á knøttin (Mynd: Sverri Egholm)

Óvissan í kanningini er eisini 4,2. Fýra er talið av tinglimunum, sum Javnaðarflokkurin stendur til at fáa: Frá 9, sum nú er, til 4.

So meðan størsti andstøðuflokkurin meira enn tvífaldar talið av núverandi tinglimunum, sær størsti samgonguflokkurin út til at missa meira enn helmingin. Og bløðingin, sum sá út til at vera steðgað tíðliga í vetur, er har enn.

Um valúrslitini seinni í ár vísa áleið tað sama, sum nýggjasta kanningin, so fær Javnaðarflokkurin sítt vánaligasta val síðani 1994: Í sambandi við kreppuna og tá millum annað Verkamannafylkingin bjóðaði seg fram.

Hetta er ein stórur lúsingur - seinni í dag fáa vit viðmerkingar úr Javnaðarflokkinum. Øll veljarakanningin sæst niðast 

Tjóðveldi kann, sum einasti samgonguflokkur, vera rímiliga nøgdur við feskastu kanningina: Afturgongdin er eitt prosent, í mun til seinasta val, men tað ávirkar ikki talið av tingsessum, sum Tjóðveldi stendur til: 6.

Staðfestast kann tó, at nú valár er, er býti í tingsessum millum andstøðu og samgongu 22-11. Tað er 15-18 nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder