- 12 av 29 kommunum liggja sunnanfyri Skopunarfjørð: 12 av 29 - tað er vert at skriva sær aftanfyri oyra.
Jóannes Eidesgaard legði ikki fingranar ímillum, tá "Sjórnin - Politikkur á skák" mikudagin viðgjørdi serliga kommunusamanleggingar.
Talið fór nakað niður í byrjanini av øldini, men 29 er alt ov nógv, hildu teir í panelinum, og serliga fyrrverandi løgmaður var greiður:
- Tað eru so nógvir fyrimunir við at skerja talið. Fyri tað fyrsta sleppa vit undan at samsýna einum heri av bý- og bygdaráðslimum. Vit fáa munandi sterkari komunalar umsitngar - vit síggja nú, at umsitingarnar í teimum smáu kommunum ikki megna at lofta teimum uppgávunum, sum landið leggur út til tey. Eitt annað er, at vit við betri kommunalum samstarvið sleppa undan vánaligum íløgum í eitt nú skúla og havnir - sum vit annars hava sæð.
Tað skal sjálvandi gerast í samstarvið við eitt nú Kommunufelagið - hvussu tað skipast - og tað vekir eisini eymar kenslur. Men vinningurin við tí er so ómetaliga stórur, vísti Jóannes Eidesgaard á.
Hoyr Stjórnina frá mikudegnum her
Í veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1, svaraðu yvir tveir triðingar av teimum spurdu - 68 prosent - at talið av kommunum í Føroyum (29) er ov høgt.
Veljararnir fingu eisini spurningin, um hvussu tey halda at ein møgulig kommunusamanlegging skal fara fram. Her svaraðu 51 prosent, at talið av kommunum skal ásetast við lóg, meðan 42 prosent halda, at samanleggingar skulu vera sjálvbodnar.
Les meira: Kanning: Nærum 70 prosent halda at tað eru ov nógvar kommunur
Stjórnin - Politikkur á Skák - er á skránni hvønn mikudag eftir tíðindini klokkan 17. Árni Gregersen hevur Heðin Zachariassen, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard í rásarúminum. Hesaferð var Eidesgaard við í telefon.
Sí eisini: 22-11 til andstøðuna: Javnaðarflokkurin og Framsókn bløða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald