Innanlands

Jógvan Amonsson farin

Minningarorð

2026-02-06 11:00 Author image
Minningarorð / Tórshavnar Golffelag
placeholder

Farna fríggjadag frættust boðini, um at Jógvan Amonsson, fyrrverandi statsautoriseraður grannskoðari, var farin. Enn eitt offur fyri herviligu krabbasjúkuni.

Fyri tey flestu var Jógvan hin siðiligi, nærlagdi, eygagóði talknúsarin, sum fyritøkur og feløg leitaðu sær hjálp hjá til tess at halda skil á roknskapartølunum. Maðurin, sum landið heitti á at finna semjur í arbeiðsósemjum, og sum boð var eftir tá seruppgávur skuldu greinast og loysast fyri løgtingið.

Fyri okkum, sum hava tokka til golfspælið í Føroyum, og royna tað vit kunnu til tess at skapa gróðrarlíkindi fyri hesi ítrótt her á landi, var Jógvan sjálvur hjartaslátturin. Tað var hann, sum setti út í kortið, fekk ting at bera til, tók uppgávur á seg, og gjørdi tað, sum skuldi gerast fyri at halda saman upp á felagslívið hjá golfspælarunum á Glyruvsnesi.

Líka til hann ikki orkaði longur, orsaka av sjúkuni.

Jógvan var komin væl til árs, tá hann og Finngerð miðskeiðis í 00’unum fingu áhuga í golfspælinum. Vórðu fangað av kropsligu avbjóðingini, náttúruupplivingunum, felagsskapinum, uttanlandsferðunum og møguleikanum at hava eitt kveikjandi uttandura ítrív at vera felags um. Helst hevur tað ligið í teirra náttúru, men Jógvan og Finngerð gjørdust rættiliga skjótt virkin í felagslívinum í Tórshavnar Golffelag, og tað gekk ikki long, so varð heitt á Jógvan um at gerast formaður felagsins.

Jógvan lá ikki á boðunum, men fór inn í uppgávuna við lív og sál, hóast uppgávan á grannskoðaravirkinum Inpact, seinni Januar, har hann var stjóri og medeigari, kravdi nógv av hansara tíð.

Hansara lutur lá ongantíð eftir. Sum formaður setti hann sær fyri, eins og forfólkini undan honum, at virka fyri tí, sum stendur í fyrstu grein í viðtøkum felagsins, nevniliga at “fáa til vega eina golfbreyt”.

Enn er tað ikki eydnast, hóast Tórshavnar Golffelag hevur meira enn 35 ár á baki. Ikki tí Jógvan ikki royndi. Hann nýtti eitthvørt givið høvi til at gera sitandi borgarstjórum og býráðslimum greitt, at Havnini tørvar eina golfbreyt, sum hin einasti evropeiski høvuðsstaðurin, ið ikki kann bjóða hesa fólkakæru ítrótt til sínar gestir.

Tískil sættast limirnir enn við eitt fyribils, men tó hugnaligt golføki á Glyvursnesi, har sjálvboðin royna at pjøssa upp á lendið, so tað kann brúkast til golfleik.

Tað var ein dyggur smeitur fyri Jógvan at missa konuna, Finngerð, so knappliga í 2020, júst sum tey bæði gjørdu seg til at traðka inn í tilveruna sum pensjónistahjún við nógvari frítíð saman við barnabørnum og so at spæla golf saman á Glyvursnesi og úti í stóru verð.

Hartil kom, at Jógvan eisini varð raktur av krabbasjúkuni, og tað var helst eisini orsøkin til, at hann segði formansstarvið í golffelagnum frá sær á aðalfundinum í 2022. Hóast viknaður, var hann altíð fúsur, alt eftir heilsustøðu, at taka eina hond í virkseminum á Glyvursnesi – tað verði seg at skipa fyri kappingum, hugna um hjá limunum, gera onkrar smáumvælingar á vøllinum ella felagshúsinum ella sláa gras. Trúðfastur, røkin og væl frágingin, altíð. Jú hann og trúfasta tíkin, Frigg, hava havt nógvar ríkar løtur á Glyvursnesi, eisini eftir at heilsan tók at bila og hann ikki longur bjóðaði seg til at vera við í kappingum.

Saknurin er stórur.

Tórshavnar Golffelag vil hervið lýsa frið yvir minnið um heiðursmannin Jógvan Amonsson. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder