Innanlands

Listasavn Føroya skal útbygjast og nútímans gerast fyri yvir 70 milliónir

Hósdagin varð samtykt at fara undir byggiverkætlanina. Landið ridar 24,3 milliónir av kostnaðinum, og Tórshavna kommuna ein part, meðan nógv kemur úr Danmark

Goymslan hjá Listasavninum verður eftir ætlan skipað saman við goymsluni hjá Tjóðsavninum í nýggju varðvetingarmiðstøðini, ið ætlanin er at byggja Innan Glyvur (Mynd: ummr.fo)

Goymslan hjá Listasavninum verður eftir ætlan skipað saman við goymsluni hjá Tjóðsavninum í nýggju varðvetingarmiðstøðini, ið ætlanin er at byggja Innan Glyvur (Mynd: ummr.fo)

2026-02-06 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingið samtykti í gjár einalóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.

Hetta skrivar ummr.fo

Tað var landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, sum legði uppskotið fyri Løgtingið í desember í fjør.

- Við einum útbygdum og nútímasgjørdum Listasavni Føroya fáa vit góðar karmar fyri savnsvirkseminum á okkara tjóðlistasavni. Eg eri tí sera fegin um, at arbeiðið at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya nú kann fara í gongd, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Fyrireikingararbeiðið byrjaði í 2021, og nú Løgtingið hevur samtykt løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, kann avtala verða undirskrivað við Búsetur, ið vann útboðið. Ætlanin er, at arbeiðið fer í gongd so skjótt sum gjørligt, og at Listasavnið stendur liðugt útbygt og nútímansgjørt í 2028.

Kostar yvir 70 milliónir - landið rindar undir 70 milliónir

Talan er um eina kostnaðarmiklaverkætlan.

Samlaði kostnaðurin fyri byggiverkætlanina er 70,8 milliónir krónur. Landsins partur av verkætlanini er 24,3 milliónir krónur, og umleið tað sama kemur úr Danmark.

- Augustinus Fonden og Louis-Hansen Fonden hava givið tilsøgn um 17 mió. kr. hvør, og Villum Fonden hevur givið tilsøgn um 7 mió. kr. til byggiverkætlanina. Harafturat stuðlar Tórshavnar kommuna verkætlanini við 5,5 mió. kr, upplýsir uttanríkis- og mentamálráðið.

- Tá ið byggiverkætlanin er liðug, verða umstøðurnar at reka savnsvirksemi munandi betri. Listasavnið verður útbygt suðureftir, so hølini til framsýningar verða størri, og eitt nýtt barnahús verður innrættað við barnaverkstaði og læringsrúmi.

Goymslan hjá Listasavninum verður eftir ætlan skipað saman við goymsluni hjá Tjóðsavninum í nýggju varðvetingarmiðstøðini, ið ætlanin er at byggja Innan Glyvur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder