Innanlands

Fimti hvør javnaðarveljari er í iva

Hóast Javnaðarflokkurin stendur til at missa nógv um val verður nú, so eru tað langt frá øll, ið valdu flokkin seinast, sum siga seg vilja atkvøða fyri øðrum flokki

Frá uppteljingini í Havn á seinasta løgtingsvali. Nógvu atkvøðurin, sum Javnaðarflokkurin fekk tá, høvdu farið til aðrar flokkar, um val hevði verið nú (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Frá uppteljingini í Havn á seinasta løgtingsvali. Nógvu atkvøðurin, sum Javnaðarflokkurin fekk tá, høvdu farið til aðrar flokkar, um val hevði verið nú (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-06 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimti hvør av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin á valinum 8. desember 2022 – talan er um næstan 2.000 javnaðarveljarar – ikki vita hvar tey høvdu sett krossin um val var í dag.

Hetta vísir veljarakanningin, sum var kunngjørd á Portalinum í gjár.

Les: Søguliga stór undirtøka fyri Fólkaflokkinum

Sigast kann, at her liggur ein av avbjóðingunum hjá Javnaðarflokkinum, sum er heilt stóri taparin í hesi nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin/FM1 týskvøldið.

At berandi stjórnar- og løgmansflokkurin minkar niður um helmingin er líka so óhoyrt, sum ógvusliga framgongdin hjá Fólkaflokkinum.

37 prosent velja Javnaðarflokkin aftur

Spyr.fo hevur eisini hugt eftir hvussu veljarin hevur flutt seg í mun til hvat hann valdi á seinasta vali. Og her sæst, at Javnaðarflokkurin einans varðveitir 37 prosent av veljarunum, meðan 21 prosent ikki vita hvar tey skulu seta krossin.

Tølini vísa eisini, at 16 prosent av javnaðarveljarunum seinast ætla nú at velja Fólkaflokkin og góð 10 prosent fara yvir til Sambandsflokkin. Og so eru tað eisini um 5 prosent, sum siga, at tey antin ikki fara á val ella fara at atkvøða blankt.

Fyri at taka samanum, so kann sigast, at meðan atkvøðurnar tykjast at flýggja í hópatali frá Javnaðarflokinum so er tað kortini ‘einans’ ein góður triðingur, sum nú sigur seg fara at atkvøða fyri einum øðrum flokki.

Hyggja vit eitt sindur nærri eftir tølunum úr Havnini, har Javnaðarflokkurin hevur staðið sterkur, so eru tað nógv fleiri her, sum ivast, enn uttan fyri Havnina, og eisini tilsvarandi færri, sum siga seg heldur velja ein annan flokk. Hyggja vit eftir kynsbýtinum, so sæst eisini, at tað eru menninir, sum flýggja ella ivast í nógv størri mun enn kvinnurnar. Eisini sæst at eldri parturin av veljarunum er trúgvari móti flokkinum enn tann yngri parturin – tað eru tey undir 45 ár.

Framsókn missir næstan 40 prosent til Fólkaflokkin

Hin stóri taparin sambært veljarakanningini í gjár er Framsókn, sum eisini missir meira enn helmingin av atkvøðunum og tveir av trimum sessum.

Tá hugt verður nærri at tølunum fyri teir smáu flokkarnir, so skulu tey takast við størsta fyrivarni, tí jú minni tølini eru, tess størri er hagfrøðiliga óvissan.

Men vit kunnu siga so mikið, at tey flestu av teimum, sum valdu Framsókn seinast, fara at velja Fólkaflokkin, um val hevði verið í dag, talan er um næstan 40 prosent. Framsókn varðveitir, sambært kanningini einans ein lítlan triðing av veljarunum frá seinast.

Støðan er nøkulunda tann sama hjá Miðflokkinum, sum sambært kanningini er tann triðstørsti taparin. Her fara flestu veljararnir eisini yvir til Fólkaflokkin, men her eru tað eisini fleiri sum ivast, næstan ein fjórðingur.

Men sum sagt – hesar metingar skulu takast við stórum fyrivarni.

Fólkaflokkurin hevur túgvastu veljararnar

Um vit hyggja eftir flokkunum, sum ganga fram, so síggja vit hjá Fólkaflokkinum, at hesin flokkurin hevur nógv teir trúgvastu veljararnir – ikki óvæntað, tá framgongdin er so stór. Yvir 80 prosent av fólkafloksveljarunum seinast, siga seg velja flokkin aftur hesaferð.

Og vit síggja eisini, at flokkurin fær veljarar í stórum tali frá øllum hinum flokkunum, lutfalsliga flest frá Framsókn og Miðflokkinum, og lutfalsliga minst frá Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin hevur næsttrúgvasta veljaraskarðan. Men tað eru framvegis næstan 30 prosent av teimum, sum valdu Sambandsflokkin seinanst, sum ikki siga seg velja flokkin aftur um val hevði verið nú. Stórur partur fer til Fólkaflokkin, men eisini eru yvir 10 prosent av sambandsveljarunum, sum ikki vita, hvar tey skulu seta krossin.

Hjá Tjóðveldi síggja vit, at flokkurin missir næstan 20 prosent av atkvøðunum seinast til Fólkaflokkin. Tjóðveldi kemur á triðja plássi, tá tað kemur til trúfesti hjá veljarunum. Men at 60 prosent av tjóðveldisveljarunum seinast siga seg velja flokkin aftur, merkir eisni, at tað eru 40 prossent, sum ikki siga seg velja flokkin aftur í dag, og tað er rættiliga nógv.

Endiliga kunnu vit hyggja at teimum – lutfalsliga fáu av teimum 500 spurdu í kanningini – sum ikki høvdu valrætt seinast. Flest av teimum siga seg fara at velja Fólkaflokkin, næstflest Tjóðveldi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder