Uttanlands

Mette-Marit megnar ikki at verja seg í løtuni

- Ein partur av innihaldinum í fráboðanunum millum Epstein og meg umboðar ikki persónin, ið eg vil vera, sigur norska krúnprinsessan í fráboðan frá kongshúsinum

Mette-Marit krúnprinsessa avmyndað saman við Ghislaina Maxwell (í hvítum), unnustuni hjá Jeffrey Epstein, ið situr ein dóm fyri menniskjahandil. Myndin er tikin á eini ráðstevnu í New York í 2012. Kvinnan millum teirra er Dorrit Moussaieff, kona táverandi íslendska forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson (Mynd: EPA)

Mette-Marit krúnprinsessa avmyndað saman við Ghislaina Maxwell (í hvítum), unnustuni hjá Jeffrey Epstein, ið situr ein dóm fyri menniskjahandil. Myndin er tikin á eini ráðstevnu í New York í 2012. Kvinnan millum teirra er Dorrit Moussaieff, kona táverandi íslendska forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson (Mynd: EPA)

2026-02-06 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska kongshúsið letur nú við seg koma í gøluni kring Mette-Marit krúnprinsessu og samband hennara við amerikanska kynsbrotsverksmannin, Jeffrey Epstein.

Kongshúsið skrivar, at tað skilir, at almenningurin ógvast um tað, sum er komið undan kavi hesar seinastu dagarnar.

Mette-Marit krúnprinsessa tekur eisini frástøðu frá teirri misnýtslu og ólógligu gerðum, sum Epstein hevur framt, stendur í fráboðanini.

- Hon harmast um, at hon ikki í tøkum tíma skilti hvat hann var fyri eitt menniskja, stendur víðari í fráboðanini.

Krúnprinsessan biður um umbering til øll, ið kenna seg særd og serliga til Harald kong og Sonju drotning.

- Eg harmist djúpt um mítt vinalag við Jeffrey Epstein. Tað hevur týdning fyri meg at siga umskylda til øll og øll, sum eg havi skuffað, sigur krúnprinsessan sambært fráboðanini, ið er løgd á heimasíðuna hjá kongshúsinum.

- Ein partur av innihaldinum í fráboðanunum millum Epstein og meg umboðar ikki persónin, ið eg vil vera. Eg harmist eisini um støðuna, sum eg havi sett kongshúsið í, serliga kongin og drotningina, heldur hon fram.

Mette-Marit er sinnað at greiða nærri frá síni støðu, men er ikki før fyri at gera tað í løtuni, skrivar kongshúsið.

- Tað megnar hon ikki nú. Krúnprinsessan er í eini sera krevjandi støðu. Hon vónar, at tit skilja, at hon hevur tørv á at savna seg, skrivar kongshúsið.

Ábreiðslurnar móti krúnprinsessuni er øktur eftir seinastu leysevingina av Epsteinskjølum, sum vísa, at hon hevur havt meira samband við Epstein enn fyrr er komið fram.

Umframt at krúnprinsessan er álvarsliga sjúk, er hon eisini rørd av ógvusliga sakarmálinum móti soninum Marius, sum hon átti áðrenn tað rann saman millum hana og Haakon krúnprins.

Í eini meiningskanning, sum miðilin VG gjørdi mánadagin, segði nærum helmingurin av teimum, ið svaraðu, at tey ikki longur halda, at Mette-Marit kann gerast drotning.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder