Innanlands

Skótarørslan ment ungar heimsborgarar

-Vónandi hevur hetta skótaliðið og skótarørslan hesi 100 árini skapt enn meira enn heiðursmerki, ið kunnu heingjast um hálsin. Men heldur hevur SSB ment ungar heimsborgarar, ið vísa ein riddarligan atburð, har teir nú virka.

Frá føðingardagstiltakinum í skótahúsinum við Havnará í vikuni.

Frá føðingardagstiltakinum í skótahúsinum við Havnará í vikuni.

2026-02-07 16:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði leiðarin fyri Skótafylki Sigmunds Brestisson, Sigurd L. Lamhauge, tá 100 ára føðingardagurin varð hildin í Skótahúsinum við Havnará fyrr í vikuni. Hann helt fyri, at tað var  rættiliga áhugavert, at ein bók skrivað í 1908 “Scouting for Boys” av einum enskum heryvirmanni, Robert Baden-Powell, var neistin til ein av heimsins størstu ungdómsfelagskapum fyri gentur og dreingir í nærum øllum heiminum, har átrúnaður og húðalitur ikki er nøkur forðing. 

[object Object]

-ST brúkar í dag skótarørsluna í sínum arbeiði, tí vit eru í øllum hugsandi londum, har ung og børn eru segði Sigurd Lamhauge og vísti síðani á munin millum eitt ítróttarfelag og so eitt skótafylki – um at vera formaður í einum ítróttarfelag og einum skótafylki.   

[object Object]

-Eitt ítróttarfelag hevði verið afturlítandi á ein annan hátt enn eitt skótafylki - hvussu tað hevur gingið tey seinastu 100 árini, hvussu nógv føroysk meistaraheiti vit hava vunnið, okkara luttøka í norðurlendskum, evropeiskum og heimsmeistara kappingum. Hvussu nógvir leikarar úr okkara felag hava leikað ella spælt fyri landsliðið o.s.fr. vísti Sigurd á og helt fram:

-Vit, sum vara av skótafylkingini, kunnu ikki breggja okkum á sama hátt og so ítøkiliga sum eitt ítróttarfelag,  hvussu væl ella minni væl vit hava klárað okkum tey seinastu 100 árini. Skótarørslan er ikki eitt felag, har sigrar og úrslit kunnu setast í eitt excel-rokniark ár eftir ár.

Vit kunnu vera errin av, at fleiri, ið hava verið og eru skótar, hava torað at  bjóða seg fram og  hava gjørt ein stóran mun. Tikið ábyrgd í politikki, vinnulívi, fyrisiting o.s.fr.

[object Object]

Limatølini siga sjálvandi eitt sindur um, hvussu tað gongur. Skótalið Sigmunds Brestissonar hevur verið eitt av størstu frítíðarfeløgum saman við Havnar Fimleikarfelag. Tað stóra skiftið kom, tá høllin á Nabb kom og til bar at venja ítrótt um veturin eisini. Tó, so hava vit “skótakappingar sum part av læringini” fyri at fremja og eggja til at tíma og duga at ganga við korti og kumpassi, knútar, at kynda bál og vera skjótast at seta tjald upp.

[object Object]

Vónandi hevur hetta skótaliðið og skótarørslan hesi 100 árini skapt enn meira enn heiðursmerki, ið kunnu heingjast um hálsin. Men heldur hevur SSB ment ungar heimsborgarar, ið vísa ein riddarligan atburð, har teir nú virka. Hesin atburður er skaptur í skótafelagsskapinum, í einum tilvitaðum skipaðaun felagsskapi, í patruljuni, í liðinum, í venjingum og kappingum, ið eru grundaðar á lyfti, sum skótalógin leggur upp til.

[object Object]

Skótaarbeiðið og skótarørslan er ein felagsskapur, har tað eru virði, ið fyrst og fremst knýta okkum saman. Har víst verður á, at møguleiki er at gera og royna nakað, ið er spennandi, stuttligt og til gagns fyri felagsskapin.

[object Object]

Sigurd Lamhauge spurdi síðani, hvussu vit skulu umtala okkum sum felagsskap, ið hevur livað í 100 ár og svaraði: -Hugsi at vit lata reyp liggja í dag og heldur umtala, hví tað er eydnast skótaliði SSB at blíva 100 ár.

Tað er eydnast, tí tað eru skótar, leiðarar, foreldur og ofta uppá skift, ið hava víst og tikið ábyrgd øll hesi 100 árini.

[object Object]Føðingardagsbarnið fekk fleiri gávur á degnum. 

Menna børn og ung

Tað, ið er undranarvert, er, at Endamálsorðingin  hjá skótunum er sera einføld, men kanska ongantíð so tíðarbær/aktuell sum júst í dag.

Endamálsorðingin er tann sama fyri allar skótar í heiminum:

Endamál fylkisins er gjøgnum skótaarbeiði at menna børn og ung kropsliga, andliga, mentanarliga og sosialt sum einstaklingar og sum ábyrgdarfullar samfelagsborgarar í Føroyum eins og í altjóða samfelagnum.

Og skótaarbeiðið er skipað eftir einum sokallaðum skótaleisti, har lyfti og skótalógin eru grundarlag.

[object Object]Føroyskir skótar á jamboree í USA í 1967


Skótaarbeiði er at stuðla undir tríggjar súlur:

 Duty to self:  Ábyrgd fyri tær sjálvum, virðing fyri egnum evnum

Duty to other: Ábyrgd fyri øðrum og at onnur eisini vaksa og mennast runt um teg

Duty to god: Hetta er kanska tann paragraff ella regul, ið til tíðir hevur skapt misskiljingar um og millum skótar.

Hetta er ikki tað, at skótar skulu í kirkju ella bønhús hvønn sunnudag. Men tú/fylkið eru partur av nøkrum, ið er størri enn tú. Hetta er nokk tann setningurin, ið vit skulu hugsa um, fyri altíð at hava fótin niðri í tí hædd, hann skal vera, og at vit eisini betur skilja og kunnu samarbeiða við onnur.

So spyr onkur, hvat ynskir eitt skótalið sær, ið hevur livað í 100 ár, sum gávu tey næstu 100 árini.

Vit hava tað, ið vit hava brúk fyri - og tað virkar.

[object Object]

[object Object]

Skótatankin hevur ongantíð verið meira í blóma enn í dag, men nú gera nógv onnur bara tað sama, sum skótar hava gjørt í nærum 100 ár. Ganga í fjøllunum, klatra, sova í tjaldi, gera mat á báli, arbeiða við burðardygd, fiska, byggja torn o.s.fr. Tú vil og kann menna teg saman við øðrum ungum við at royna umaftur, eisini tá tað miseydnast, við hjálp og vegleiðing.

 Onki galið við “vøruni”, men at hava eina javna og skipaða leiðaratilgongd er lykilin til eitt mennandi skótaarbeiði tey komandi 100 árini, segði Sigurd Lamhauge m.a., tá hann beyð vælkomin til føðingardagshaldið hjá “gulu” skótunum í høvuðsstaðnum seinasta mánadag.

Eftir hetta kunnaði Jóhann Mortensen um arbeiðið við at gera eitt minnisrit í sambandi við 100 ára dagin. Hetta er ætlað at koma út í apríl og eru fleiri fólk sett at taka sær av hesum, tey flestu “gamlir” skótar. Komandi stóra tiltakið hjá skótunum verður annars á Hvítusunnu, tá stór tjaldlega verður í Skálavík.

[object Object]Jóhann Mortensen greiðir frá komandi minningarritinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder