Mentan

Stuttsøgur á breddanum í ár

Í sambandi við Mentanarvikuna verður aftur skipað fyri skrivikapping – Uppgávan er at skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1200 orð, og freistin er 20. mars

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-02-07 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Í ár eru tað stuttsøgur, sum eru á breddanum, og er uppgávan at skriva eina stuttsøgu á í mesta lagi 1200 orð, skrivað á føroyskum og ikki útgivin áður.

Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

Latnar verða 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 krónur, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum vísir góð evni. Hendan virðislønin er 6.000 krónur.

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at avgera, um virðislønir verða latnar.

Fyri at luttaka skulu stuttsøguhandrit sum wordskjal latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin; [email protected] áðrenn 20. mars klokkan 18, skrivar Bókasavnið við Løkin í tíðindaskrivi.

Eitt skriviskeið verður eisini fyriskipað á Bókasavninum við Løkin 21. februar í sambandi við kappingina, og tað verður Rannvá Glerfoss sum kemur at hava skeiðið. Á skeiðnum verður tosað um stuttsøguna sum tekstslag, karakterskapan, og fáa tipps til hvussu mann skrivar eina stuttsøgu. Rannvá Glerfoss hevur eina BA í ritlist, og hevur áður givið út stuttsøgur, ummæli og yrkingar.

Skriviskeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder