Innanlands

Fleiri harðskapsmál í nátt

Nógv fólk í býnum í Havn

2019-05-19 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiliga nógv fólk vóru í býnum í Havn í nátt, og løgreglan var ”massivt til staðar”, sum tey kalla tað við, at vitja javnan á skeinkistøðunum, og koma upp ímillum, har illstøða millum fólk kann hugsast at vera í umbúna.

Tað var tó illstøður av meira privatum slag, sum kom at mynda uppgávurnar hjá politistunum í nátt.

Um hálvgun tvey tíðina í nátt kom illstøða millum eitt par, ið gjørdist so ógvusligt, at løgreglan mátti tilkallast. Hendingin fór fram á almennum veg, og verður tí ikki skrásett sum ”hússpektakul”, sum tey kalla tað, tá illstøða er millum pør og hjún heima hjá teimum sjálvum.

Ein tíma seinni varð løgreglan kallað út til eitt sokallað hússpektakul, og her var øðin so stór, at løgreglan valdi at taka mannin við sær á støðina til hann varð sissaður og kundi latast leysur aftur.

Seinni út móti morgni varð løgreglan kallað út til eina av bygdunum í høvuðsstaðarkommununi, har illstøða var komin millum gestir í einum veitslulagi – menn vóru eftir øllum at døma farnir til hendurs.

Ein maður var funnin bløðandi uttan fyri húsini. Veitslugestir og løgregla komu ásamt um at hittast aftur í kvøld einaferð fyri at fáa greiði á, um ”harðskapsmál skal spyrjast burtur hesi hendingini”, sum vakthavandi á politistøðini málber seg.

Ein øðrvísi fráboðan kom um trý-tíðina frá einum manni, sum segði seg vera útlending ella turistur. Hann greiddi í telefonini frá, at hann varð sligin og bløddi nasablóð. Hendingin skuldi vera farin fram uttan fyri bilstøðina Auto. Maðurin tyktist rættiliga uppøstur, serliga yvir ta hjálp hann ikki hevði fingið í støðuni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Ein løgreglubilur fór á staðið, men tá var ongin útlendingur at síggja, og politiið hevur ikki síðan hoyrt frá manninum, sum ringdi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder