Á felags fundi á Tvøroyri fríggjadagin avtalaðu borgarstjórarn í Suðuroynni at skipa fyri borgarafundi um Suðuroyartunnilin.
Borgarafundurin verður í SALT mánadagin 16. februar klokkan 20.
– Endamálið er at varpa ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið minkar og afturgongd er sjónlig á fleiri økjum, og at greiða betur frá týdninginum av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.
– Borgarstjórarnir meta, at avbjóðandi støðan í oynni og týdningurin av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki, higartil hevur verið ov lítið lýstur, og at bæði P/F Suðuroyartunnilin og suðuroyingar í ov avmarkaðan mun eru slopnir framat at lýsa støðuna og siga sína hugsan.
– Lagt verður dent á avleiðingarnar fyri Suðuroynna, m.a. at nógv ung noyðast av oynni at nema sær útbúgving, og at tað ofta er trupult at venda heim aftur eftir lokna útbúgving til hóskandi starv, tí starvsmøguleikar og tænastur í stóran mun eru savnaði í miðstaðarøkinum. Somuleiðis er tað ikki realistiskt at búseta seg í Suðuroynni og pendla, til dømis til miðstaðarøkið. Hetta er ein gongd, sum serliga rakar unga ættarliðið, og eigur at verða greiðari lýst í almenna orðaskiftinum.
Á fundinum fáa borgarar høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Nærri kunning um skránna og luttakarar, verður kunngjørd komandi dagarnar, skrivar Tvøroyrar kommuna.
![]()
Fr.h. borgarstjórarnir í Suðuroynni: Kristin Michelsen, Bjarni Johansen, Eyðbjørn Thomsen, Jóanis Lisberg, Ása Holm, Janus Thomsen og Bergljót Bertholdsen Ludvig, kommunustýrislimur í Hovs kommunu, vegna Delmar Tausen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald