Uttanlands

Friðarráðið hjá Trump hevur fyrsta fundin í februar

Sambært fleiri keldum verður fyrsti fundurin hjá Gaza Board of Peace eftir ætlan í Washington D.C. 19. februar

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-02-07 13:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti fundur hjá sonevnda friðarráðnum fyri Gaza, Gaza Board of Peace verður eftir ætlan 19. februar, upplýsa keldur fyri miðlinum Axios.

– Tað verður fyrsti fundur hjá friðarráðnum og ein innsavningarráðstevna til enduruppbygging av Gaza, sigur eitt amerikanskt embætisfólk.

Fundurin verður brúktur til at seta í verk næsta stig av avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas og til at savna inn pening til enduruppbygging av økinum.

Fundurin verður eftir ætlan hildin í Washington D.C. Ætlanirnar kunnu tó framvegis broytast, skrivar Ritzau.

Higartil eru 27 limir í friðarráðnum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump stendur á odda fyri.

Trump stovnaði ráðið í januar. Summi halda, at Trump við hesum ráðnum roynir at stovna eitt alternativ til ST-trygdarráðið.

Ísraelsk embætisfólk upplýsa, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu skal hitta Trump í Hvítu Húsunum 18. februar - dagin fyri fundin í friðarráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder