Bæði Iran og USA eru jalig eftir samráðingarnar um eina kjarnorkuavtalu hava verið í Oman fríggjadagin, og partarnir eru samdir um at halda fram við samráðingunum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at iranar tyktust sera áhugaðir í at gera eina avtalu við USA.
– Vit høvdu nógvar góðar samrøður viðvíkjandi Iran, sigur Trump og leggur afturat, sambært Ritzau, at partarnir hittast aftur tíðliga í komandi viku.
Iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi sigur eftir samráðingarnar, at tær snúðu seg bert um iransku kjarorkuætlanina.
Hann sigur, at hýrurin var góður, og fingu báðir partar høvi at deila síni sjónarmið.
Á vári í fjør vóru samráðingar millum Iran og USA um eina avtalu, sum skuldi koma í staðin fyri avtaluna frá 2015, sum USA tók seg úr í 2018 undir fyrsta forsetavalskeiðnum hjá Trump.
Samráðingarnar steðgaðu tó upp, tá Ísrael leyp á iransk kjarnorkuverk. Hetta elvdi til 12 dagar langa kríggið millum Iran og Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald