Uttanlands

Sangarin í 3 Doors Down deyður

Brad Arnold andaðist í gjár eftir longri sjúkralegu, 47 ára gamal

Brad Arnold á konsert í Indianapolis í 2008 (Mynd: EPA)

Brad Arnold á konsert í Indianapolis í 2008 (Mynd: EPA)

2026-02-08 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Brad Arnold, sangari í amerikanska rokkbólkinum 3 Doors Down, er deyður, 47 ára gamal.

Hann andaðist í gjár eftir longri sjúkralegu, boðar bólkurin frá sambært AP.

3 Doors Down varð stovnaður í amerikanska statinum Mississippi miðskeiðis í 90unum. Bólkurin var serliga kendur um aldarskiftið, tá debutútgávan hjá bólkinum, The Better Life, varð seld í seks milliónum eintøkum, skrivar Ritzau.

Brad Arnold boðaði í fjør frá, at hann hevði fingið staðfest krabbamein í nýrunum, sum hevði spreitt seg til lunguni. Sjúkan var orsøk til, at bólkurin mátti avlýsa eina summarkonsertferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder