Innanlands

Friðarrørslan bjóðar til aðalfund og friðartiltak í Perluni

Í hesum døgum eru fýra ár liðin, siðan kríggið í Ukraina brast á, og endamálið við friðartiltakinum er m.a. at varpa ljós á týdningin av, at friður fæst í lag skjótast gjørligt

Mynd frá friðargongu 24. juli 2024 (Savnsmynd)

Mynd frá friðargongu 24. juli 2024 (Savnsmynd)

2026-02-09 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Friðarrørslan, Føroyingar fyri friði, bjóðar til aðalfund í Perluni í Tórshavn sunnudagin 22. februar 2026 klokkan 14, og sama dag klokkan 15 skipar friðarrørslan fyri friðartiltaki sama stað í sambandi við, at tað í hesum døgum eru fýra ár liðin siðani russisku innrásina í Ukraina.

Endamálið við friðartiltakinum, skrivar Føroyingar fyri friði, er at varpa ljós á týdningin av, at friður fæst í lag skjótast gjørligt, tí avleiðingarnar av langdrigna krígnum eru oyðileggjandi ikki minst menniskjaliga.

Deyðstølini fyri bæði sivil- og herfólk eru ógvuslig umframt tey mongu særdu og flýddu, skrivar Føroyingar fyri friði, sum leggur afturat, at hóast friðartiltakið 22. februar hevur fokus á kríggið í Ukraina, minnir friðartiltakið eisini á, at tað eisini eru kríggj og ófriður aðrastaðni í heiminum, har fólk líða og menniskjarættindi dagliga vera sett til síðis.

Friðartiltakið hevur eina fjølbroytta skrá við røðum, tónleiki, listaframsýning og beinleiðis frásøgn frá fólki, sum eru í Ukraina. Endaliga skráin verður almannakunngjørd ein av fyrstkomandi døgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder