Uttanlands

Kinesiski forsetin til USA seinni í ár

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum sjálvur væntast at fara til Kina í apríl

Amerikanski forsetin, Donald Trump og kinesiski forsetin, Xi Jinping í Suðurkorea í oktober í fjør (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump og kinesiski forsetin, Xi Jinping í Suðurkorea í oktober í fjør (Mynd: EPA)

2026-02-09 13:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinni í ár vitjar kinesiski forsetin, Xi Jinping í USA.

Xi forseti vitjar í Hvítu Húsunum í Washington D.C. síðst í hesum árinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

– Tað eru tey bæði valdmiklastu londini í heiminu, og vit hava eitt sera gott samband, sigur Trump sambært Ritzau.

Í fjør vóru londini annars mitt í einum stórum handilskríggi, har tollurin endaði við at fara uppum tey 100 prosentini. USA og Kina hava tó síðani gjørt eina handilsavtalu.

Trump væntast at vitja kinesiska starvsbróðir sín í apríl.

Seinast Xi vitjaði í USA var í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder