Innanlands

Tunnusláttur umborð á Hvidbjørnen sunnudagin

Gamla siðverjan við tunnusláttri umborð á donsku verjuskipunum á føstulávint á Tvøroyri heldur fram

Hvidbjørnen (Savnsmynd: Jn.fo)

Hvidbjørnen (Savnsmynd: Jn.fo)

2026-02-09 18:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gamla siðverjan við tunnusláttri umborð á donsku verjuskipunum á føstulávint á Tvøroyri heldur fram.

Sunnudagin 15. februar verður boðið til tunnusláttur umborð á HDMS Hvidbjørnen.

– Hóast sera nógv og tíverri vaksandi virksemi á hernaðarliga økinum, so hevur danska sjóverjan funnið tíð til at vitja Tvøroyri og enn einaferð geva børnunum í oynni eina stóra uppliving, skrivar Tvøroyrar kommuna.

– Tiltøkini hava altíð verið sera væl vitjaði og alt hevur gingið upp á stás. Manningin gongur sera høgt upp í at børnini skulu hava ein góðan dag og stuttligt er at síggja, hvussu góður stemningurin altíð er.

Tiltakið sunnudagin fer av bakkastokki klokkan 13 og heldur fram til klokkan 15.

– Manningin letur heilsa, at børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin umborð. Bollar, kakao og saft er eisini á skránni, so eingin nýtist at ganga svangur og tystur umborð. Manningin plagar eisini at sýna skipið fram, hesa løtuna meðan tiltakið er, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder