Navnframi vinnulívsmaðurin Jimmy Lai hevur í dag fingið 20 ára fongsulsrevsing.
78 ára gamli Lai stovnaði miðilin Apple Daily, sum fanst hvassliga at kinesisku stjórnini og stuðlaði fólkaræðisrørsluni, sum elvdi til stór mótmæli í Hong Kong í 2019 og 2020. Virksemið hjá Apple Daily steðgaði í 2021.
Í desember varð Lai funnin sekur í í tveimum førum at hava samstarvað við útlendsk vald. Hann hevur sitið avbyrgdur í fongsli í áravís og er eisini dømdur í fleiri øðrum málum. Hann hevur noktað seg sekan í ákærunum, skrivar Ritzau.
Í 2020 varð vinnulívsmaðurin skuldsettur fyri at hava brotið umstríddu trygdarlógina, sum stutt frammanundan varð sett í gildi í Hong Kong.
Rættarmálið móti Lai er av mananrættindafelagsskapum umrøtt um eitt banahøgg móti pressufrælsinum í Hong Kong.
Fleiri lond, harímillum Stórabretland og USA, siga, at rættarmálið móti Lai er politiskt motiverað og hava heitt á myndugleikarnar í Hong Kong um at leyslata Lai.
Kina hevur víst atfinningunum aftur, og myndugleikarnir í Hong Kong siga, at rættarmálið einki hevur við talu- ella pressufrælsi at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald