Í gjár varð standmyndin av William Gibson Sloan trúboðara avdúkað.
Tað er Hans Pauli Olsen sum hevur gjørt standmyndina, sum stendur í Sloans garði framman fyri Sloans hús við Tinghúsvegin í Havn.
Nógv fólk var komið til avdúkingina, har m.a. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu, skrivar kommunan.
– Onkuntíð hendir tað, at útlendingar koma til Føroya, sum elva til stórar og grundleggjandi broytingar í samfelagnum, segði borgarstjórin m.a.
– At kalla William Sloan fyri útlending er kanska heldur ikki heilt rætt. Hann kom úr Skotlandi, men hann endaði við at vera føroyingur og búði næstan helvtina av sínum lívi her. Og tað var júst her, í Sloans húsi, og her í grannalagnum, at hann hevði sítt mesta virksemi.
– Í dag er brøðrasamkoman størsta trúarsamkoma í landinum aftaná fólkakirkjuna, og tað sigur nógv um, hvørja ávirkan William Sloan hevur havt í okkara samfelag. Og tí er tað eisini heilt upp á sítt pláss, at ein standmynd nú verður reist av honum her mitt í hjartanum á Havnini og beint her, sum føroyska brøðrasamkoman hevur sín uppruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald