– Vit gleða okkum at síggja tykkum. Og vit vóna, at nógv vilja vera við í samrøðuni.
Tað siga teir báðir fólkatingsmenninir Frederik Vad og Bjørn Brandenborg úr danska javnaðarflokkinum.
Teir eru í skrivandi stund á veg til Føroya, her teir saman við Sjúrði Skaale skulu tosa um danskan útlendingapolitikk.
Frederik Vad er framsøgumaður í útlendingamálum, og Bjørn Brandenborg er framsøgumaður í rættarmálum.
Sjúrður Skaale hevur boðið teimum báðum til Føroya í kjalarvørrinum av aktuella kjakinum um føroyskan útlendinga- og tilflytarapolitikk.
– Eingin skal siga okkum í Føroyum, hvat vit skulu gera á útlendingaøkinum. Men fyri tað kunnu vit læra av øðrum, sigur Sjúrður Skaale.
Talan verður um tvey ókeypis tiltøk. Tað fyrsta verður í Havn klokkan 19 í kvøld á Hilton Garden Inn. Í annaðkvøld klokkan 19 verður tað í Varpinum í Klaksvík – hetta seinna tiltakið verður eisini stroymt.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald