Innanlands

Búfelagskapurin á Toftum tikin í nýtslu

18 íbúðir umframt felagshøli er í snotiliga bygninginum á Kneysum

Frá vinstru, Hjørdis S. Mortensen, stjóri í Almannaverkinum, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Margit Stórá, landsstýriskvinna (Mynd: eyp.fo / nes.fo)

Frá vinstru, Hjørdis S. Mortensen, stjóri í Almannaverkinum, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Margit Stórá, landsstýriskvinna (Mynd: eyp.fo / nes.fo)

2026-02-09 18:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum er nú tikin í nýtslu. Fríggjadagin var hátíðarhald í sambandi við at bygningurin stendur liðugur.

Tað er lokala byggifyritøkan KBH, sum hevur staðið fyri byggingini, sum Bústaðir eiga, og tað er Almannaverkið, sum tillutar bústaðirnar til leigararnar.

Talan er um ein bygning í trimum hæddum. 18 íbúðir á umleið 50 fermetrar eru í bygninginum. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu, kamar og baðirúm. Til hvørja íbúð er svali/terassa og goymsluhøli. Partur av veghæddini er gjørdur til felagshøli.

Á móttøkuni fríggjadagin hevði almenningurin høvi at síggja snotuliga bygningin.

Umfram sangframførslur og ábit, vóru heilsanir og røður á skránni. Margit Stórá, landsstýriskvinna, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Súni í Hjøllum, borgarstjóri og Elisabeth Christiansen, eindarleiðari í autismu á Almannaverkinum, hildu røðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder