Uttanlands

Forsætisráðharrin sýtir fyri at leggja frá sær

Framhaldandi stórt trýst á Keir Starmar at leggja frá sær orsaka av sambandinum millum Epstein og fyrrverandi bretska sendiharran í Washington

Peter Mandelson og Keir Starmer avmyndaðir í fjør (Mynd: AP)

Peter Mandelson og Keir Starmer avmyndaðir í fjør (Mynd: AP)

2026-02-10 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær.

Tað segði hann á einum fundi í gjárkvøldið við við tjóðartingslimum hjá stjórnarflokkinum, Labour.

Trýstið er vaksið nógv hesar seinastu dagarnar á bretska leiðaran, eftir at umstøður kring fyrrverandi bretska sendiharran, Peter Mandelson, og hansara samband við dømda kynsbrotsverksmannin, Jeffrey Epstein, eru komnar fram í ljósið.

- Eftir at hava stríðst hart fyri møguleikan at broyta okkara land, eri eg ikki til reiðar at sleppa ábyrgdini fyri landi mínum og tveita tað út í kaos, sum aðrir hava gjørt, sigur Starmer sambært The Guardian.

- Eg havi møtt mótstøðu allan vegin, og hon er har enn. Mótstøðufólk, ið ikki ynskja eina Labour-stjórn og als ikki eina, sum hevur viðgongd, leggur Starmer afturat.

Trýsti forsætisráðharrin stóð í gjárkvøldið fast, og segði á fundinum, at hann hevur vunnið hvørt einasta stríð, sum hann nakrantíð hevur verið í, skrivar AFP.

Fyrr mánadagin heitti skotski Labour-leiðarin, Anas Sarwar, á Keir Starmer um at taka seg aftur.

Les: Trýstið økist á Keir Starmer

Peter Mandelsson varð útnevndur til bretskan sendiharra í USA í januar 2025, men var koyrdur úr starvi í september eftir at tað kom fram, at hann hevði havt eitt vinarlag við Jeffrey Epstein.

Seinni hevur Starmer biðið um umbering fyri, at hann útnevndi Mandelson til starvið.

Næsti maður forsætisráðharrans, starvsfólkaleiðarin, Morgan McSweeney, tók sunnudagin “fullu ábyrgdina” fyri avgerðina, og segði seg úr starvinum.

Fleiri stjórnarlimir hava givið Starmer sín fulla stuðul. Hetta er eitt nú galdandi fyri David Lammy, varaforsætisráðharra, Yvette Cooper, uttanríkisráðkvinnu, og Rachel Reeves, fíggjarmálaráðkvinnu.

Oddafólkið á vinstraveinginum, Angela Rayner, og Shabana Mahmood, innanríkisráðkvinna, sum báðar verða nevndar sum møguligir avloysarar hjá Starmer, hava báðar sagt, at tær stuðla Starmer, skrivar AFP.

Leiðarin í høgraflokkinum, Reform UK, Nigel Farage, heldur, at tíðin hjá forsætisráðharranum við valdið, er við at vera av.

Labour hevur seinastu árini ligið aftan fyri flokkin hjá Farage í veljarakanningunum, skrivar Ritzau.

Jeffrey Epstein varð í 2008 dømdur fyri skøkjuhald – ruffari – í einum málið um eina unga gentu. Í 2019 varð hann skuldsettur í einum øðrum máli um menniskjahandil og at misnýta ómyndugar ungar gentur. Epstein varð handtikin, men seinni funnin deyður í klivanum, eftir at hava sitið fongslaður í umleið ein mánaða.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder