Jamie Raskin, amerikanskur politikari hjá Demokratunum, og sum situr í rættarnevndini í umboðsfólkatinginum undrast yvir fleiri nøvn, sum eru strikað yvir í Epstein-skjølunum.
Tað eigur hann sambært miðlunum The Hill og NBC News. Undran hansara kemur eftir at lóggevarar á fyrsta sinni hava fingið innlít í Epstein-skjølini, sum ikki eru redigerað ella strikað yvir.
- Tað eru fleiri dømi um, at nøvn hjá fólkum eru redigerað, hóast tey ikki eru offur. Eg kann siga somikið, at eg sá fleiri redigeringar, sum eg undrist yvir, og sum ørkymla meg, sigur hann sambært NBC News.
Raskin setir eisini spurnartekn við, hví navnið hjá Donald Trump í fleiri førum er strikað yvir.
- Redigeringarnar undraðu meg, tí hann er ikki eitt offur, sigur Raskin.
Hinvegin vísir Jamie Raskin á, at løgmálaráðið í fleiri førum ikki hevur strikað nøvnini á offrunum í Epstein-skjølunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald