Innanlands

FM1: Kjak um ríkisrættarligu støðuna seinnapartin

Klokkan 15.10 verða Bárður á Steig Nielsen og Sirið Stenberg í rásarúminum saman við Árna Gregersen

Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin vilja ikki vera við, tá málið er at fara úr ríkisfelagskapinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin vilja ikki vera við, tá málið er at fara úr ríkisfelagskapinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-10 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ríkisrættarliga støða Føroya fyllur meira og meira, og í 2026 er kjakið hitnað aftur.

Í dag verða tølini í kanning hjá Portalinum og FM1 fyri spurning um málið kunngjørd. Og seinnapartin verður kjak millum formannin í Sambandsflokkinum og forkvinnuna í Tjóðveldi.

Bárður á Steig Nielsen og Sirið Stenberg eru sum vera man ikki samd í málinum. Tey vitja Árna Gregersen beint eftir tíðindini á FM1 klokkan 15.

[object Object]

[object Object]
Sirið Stenberg og Bárður á Steig Nielsen - sum hondbóltsfjepparar (Myndir: Sverri Egholm)

Sambandsflokkurin hevur ikki verið við í sonevndu tjóðarsemjuni, har Landsstýrið og meginparturin av flokkunum á tingi arbeiða við at nýhugsa sambandið við Danmark.

Les eisini: Løgmaður vónar at fara undir samráðingar við donsku stjórnuna í hesum valskeiðnum

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder