2026-02-10 12:42
Í dag var lítið hátíðarhald á borgarstjóraskrivstovuni í Havn í sambandi við, at Unn Dam hevur fingið ‘fortjenestmedalje’ frá kongi og gullheiðurstekn frá Tórshavnar kommunu fyri trúgva tænastu í 40 ár.
Tað var 8. februar 1986, at Unn Dam sum 17 ára gomul byrjaði sum hjálparfólk á Ellisheiminum í V. U. Hammersheimbsgøtu í Havn.
Røðan, sum Elsa Berg, borgarstjóri, helt fyri Unn kann lesast her
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald