Mentan

Staklag og EP ávegis: - Tað verður ein erligari Beinir

Eg havi flutt meg nógv seinasta árið og havi stórar dreymar, staðfestir sangarin og sangskrivarin. Arbeitt verður við tilfari á føroyskum - serliga við Tøgn - og á enskum, og nógvar framførslur eru á skránni í Danmark

Beinir Troest framførdi á Ítróttafagnaðinum í Klaksvík um vikuskiftið - sangarin og sangskrivarin úr Saltangará hevur nógvar uppgávur í Danmark í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Troest framførdi á Ítróttafagnaðinum í Klaksvík um vikuskiftið - sangarin og sangskrivarin úr Saltangará hevur nógvar uppgávur í Danmark í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-10 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ítróttur, og serliga fimleikur, hevur fylt nógv gjøgnum mín uppvøkstur. Eg havi gingið til fimleik, spælt hondbólt, fótbólt og svomið nógv tá eg var lítil. Men tá vit flutt til Spania, vóru tað onnur áhugamál, sum fóru at fylla, og tónleikurin tók meira og meira yvir. Og man verður jú noyddur at raðfesta fyrr ella seinni.

Hetta segði Beinir Troest, tá Portalurin og FM1 fingu orðið á hann eftir Ítróttafagnaðin í Varpinum leygarkvøldið. Har framførdi føroyski sangarin og sangskrivarin - millum annað "Romeo" sum ungi maðurin úr Saltangará í sama sali í fjør vann heiður fyri (Ársins sangur).

Beinir fegnaðist um at vera til staðar, tá dugnalig og eldhugaði fólk vórðu heiðraði. Sjálvur brennir Beinir nógv fyri tónleikinum, og til dagliga arbeiðir hann fyri dreyminum í Danmark.

- Eg havi flutt meg nógv og havi nógvar framførslur í serliga Danmark seinasta árið. Eisini havi eg ymisk sambond aðrastaðni og royni millum annað at bróta ígjøgnum í Týsklandi.

Staklag og EP: Ein meira fólkakendur og erligur Beinir

Í løtuni arbeiðir Beinir millum annað við vinmonnunum Bárði Petersen og Jónas Gaard. Hetta er bólkurin Tøgn, sum í fjør kom á marknaðin við "Kamarið" og skjótt hevur meira føroyskt tilfar tøkt.

Beinir sigur við Portalin, at hann bæði fer at hava føroyskt og enskt tilfar í 2026. Smílandi sangarin kann ikki avdúka nógvar smálutir, men tað veður í størri mun enn áður "folk" - fólkatónleikur - og meira erligt.

- Har kemur eitt staklag skjótt og seinni ein EP. Eg kann siga, at tað verður meira "folk" og ein meira erligur Beinir, enn man hevur hoyrt áður.

Hoyr alla samrøðuna við Beinir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder