Annað árið á rað skal Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen framføra og kappast í danska Melodi Grand Prix'num. Og annað árið á rað stendur havnarkvinnan sum stórur favorittur hjá veddingarfyritøkum og viðmerkjarum.
Um tað aftur eydnast Sissal at syngja seg til sigurs - og til Eurovision - so verður hon bert annað navnið í søguni, sum vinnur tvey ár á rað í Danmark.
Higartil er tað bert tvíbólkurin "Hot Eyes", sum er betri kendur við fornøvnunum Kristen og Søren, sum hevur megnað tað.
Tey vunnu í 1984 við "Det" lige det" og eisini við "Sku' du spør' fra no'en" í 1985. Kirsten og Søren stóðu seg væl til Eurovision og vunnu aftur í Danmark í 1988.
![]()
Sissal eftir sigurin í Herning í fjør - vinnurin hon steypið aftur?
![]()
Sissal á stóra pallinum í Basel
Leygarkvøldið kann Sissal enduvinna steypið, heiðurin og rættin at umboða Danmark í Eurovison í Wien í mai.
Hesaferð verður tað longur norðuri í Jútlandi. Í fjør bar sangurin heitið Hallucination - í ár luttekur føroyingurin við "Infinity".
Sangurin hjá Sissal hoyrist ovast ella her
Danskt Melodi Grand Prix 2026 verður hildið í Arena Nord í Frederkshavn leygarkvøldið klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald