Noreg kann ikki útiloka, at tað einaferð hendir ein russisk innrás í Noregi. Tað sigur norski verjuovastin, Eirik Kristoffersen, í samrøðu við bretska blaðið The Guardian.
- Vit kunnu ikki síggja burtur frá, at Russland fer at royna at leggja land undir seg í eini ætlan um at verja teirra kjarnorkuvápnagoymslur, sum eru tær einastu, sum veruliga hótta USA, sigur verjuovastin.
Hann viðgongur, at Russland neyvan sær Noreg sum eitt eins lógligt mál at leypa á, sum tað sær Ukraina og aðrar fyrrverandi sovjettstatir. At verja kjarnorkuvápnavirkini á Kolahálvoynni er framvegis av alstórum strategiskum týdningi fyri Russland, serliga í eini ósemju við Nato-felagsskapin, sigur Kristoffersen.
Russland hevur sínar størstu goymslur av kjarnorkuvápnum á Kola-hálvoynni, sum er hálvoyggin har Murmansk er høvuðsbýurin, og sum liggur skamt eystan fyri norska og finska markið.
Nógv kjarnorkuvápn á Kolahálvoynni
Kolahálvoyggin er høvuðsstøð fyri kjarnorkuriknu kavbátarnar hjá russiska norðurflotanum. Hesir kavbátar eru løddir við kjarnorkurakettum. Á Kolahálvoynni eru eisini flogfør, sum bera kjarnorkuvápn.
Sambært Eirik Kristoffersen eru hesi vápn av alstórum týdningi fyri Russland í einum møguligum stríði við Nato.
Eirik Kristoffersen hevur verið herovasti í Noregi síðan 2020 og hevur ábyrgdina fyri bæði norska herinum og fregnartænastuni.
Sambært honum er framvegis beinleiðis samband millum Noreg og Russland, tá tað snýr seg um leiti- og bjartingaruppgávur í Barentshavinum. Umboð fyri herstyrkirnar hjá londunum báðum hittast javnan nærhendis markið.
Herovastin sigur við The Guardian, at hann hevur mælt til, at ein hernaðarlig sokallað ‘heit linja’ verður gjørd millum londini til samskifti og fyri at sleppa undan øsing orsakað av misskiljingum.
- Higartil hava brot á loftrúmið í okkara øki verið misskilt. Tað hendir oftast orsaka av vantandi royndum hjá flogskiparunum. Tá vit tosa við russarnar svara tey vanliga ógvuliga professionelt og forútsigiliga, sigur Kristoffersen í samrøðuni við The Guardian.
Russland virðir Svalbarð sum avvápnað øki
Sambært Eirik Kristoffersen hevur Noreg ongar ætlanir um at flyta hernaðarútgerð norður til Svalbarð, har tað eisini er onkur russisk búseting.
Russarar eru miðsavnaðir í námsbýnum Barentsburg, har 300-500 russiskir og ukrainskir borgarar búgva og arbeiða fyri eitt statsligt russiskt námsfelag.
Sambært eini avtalu frá 1920 er ikki loyvt at hava herfólk ella hernaðarútgerð á Svalbarð og sambært Kristoffersen, verður henda treyt vird av Russlandi.
USA fer ikki at leypa á Grønland
Tá tað ræður um Donald Trump, forseta, og hansara uppiáhald um, at Kina og Russland hava ætlanir um at leggja Grønland undir seg, sigur Kristoffersen, at slíkt er ‘sera undarligt’ at hoyra.
- Vit hava gjøgnum okkara fregnartænastu eitt sera gott yvirlit yvir tað, sum hendir í Arktis, og vit síggja ongar slíkar ætlanir við Grønlandi. Vit síggja russiskt virksemi, eitt nú við kavbátum, men tað snýr seg ikki um Grønland. Tað snýr seg um atgongdina til Atlantshavið, sigur Kristoffersen við The Guardian.
Sambært norska herovastanum hevur USA ongar ætlanir um at hertaka Grønland.
- Tað fer ikki at henda, sigur hann í samrøðuni við The Guardian.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald