Hesa vikuna hava fýra limir í bretska tjóðartinginum verið á vitjan í Grønlandi.
Tey vitja fyri at vísa sín stuðul í kreppuni millum Grønland, USA og Danmark, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
- Vit eru her fyri at vísa samhuga, fullan stuðul og trúgv upp altjóða lóg og stuðla rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvi at taka avgerðir, sigur skotski tjóðartingslimurin, Brendan O’Hara við miðilin.
Teir fýra tjóðartingslimirnir, Cat Smith (Labour), Liz Saville Roberts (Plaid Cymru), Alicia Kearns (Conservative Party) og Brendan O'Hara (SNP), eru partur av einum óformellum tvørpolitiskum Grønlandsfelagsskapi í bretska tjóðartinginum. Felagsskapurin varð settur á stovn í 2020 við tí endamáli at styrkja viðurskiftini millum Grønland og Stórabretland. Umleið 30 tjóðartingslimir, bæði frá undirhúsinum og yvirhúsinum,.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald