placeholder
Innanlands

Fyrsti flokkurin leggur valskrá og kunngerð valevni

Valstríðið verður skotið í gongd hesa vikuna. Tjóðveldi leggur valskránna fram fyrrapartin, og Sambandsflokkurin leggur fram í morgin

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-20 06:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tvær vikur eru farnar síðani Lars Løkke Rasmussen skrivaði út fólkatingsval at vera grundlógardagin, 5. juni, so hevur lítið verið at sæð til nakað valstríð her í Føroyum.

Nakrar lýsingar hava verið at sæð, og onkur flokkur hevur verið sjónligari enn aðrir, men veruligt valstríð hava vit nærum einki sæð til.

Men fyrrapartin bjóðar Tjóðveldi miðlinum á tíðindafund á Hafnia, har flokkurin fer at leggja valskránna fram, og høvi verður at hitta valevnini hjá flokkinum.

Í morgin hevur Sambandsflokkurin bjóðað til tíðindafundar, har valskráin verður løgd fram, og helst fara aðrir flokkar eisini at hava tíðindafund hesa vikuna.

Kringvarpið byrjar eisini uppá valsendingar hesa vikuna, og hósdagin verður fyrsta sendingin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder