Mentan

Sissal: - Kenni ikki á mær at eg fari at vinna aftur

Føroyska songkvinnan er stúrin fyri, at fólk ikki fara at atkvøða fyri henni í morgin vegna sigurin í fjør. - Man skal ikki lurta eftir oddsunum, og eg royni bara at njóta tað, sigur songkvinnan við FM1 og Portalin

2026-02-13 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi havt øðiliga nógv at gera. Eg havi havt nógvar konsertir í Danmark og uttanlands og eri bjóðað til alt møguligt. 

Síðani Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vann Melodi Grand Prix fyri einum ári síðani, hevur havnarkvinnan havt úr at gera. Ikki bert við Eurovision, framførslum og útgávu men eisini við luttøkuni í Vild med Dans.

Nú er føroyska songkvinnan í Frederikshavn, har hon leygarkvøldið aftur skal royna seg í Melodi Grand Prix. Í samrøðuni við Árna Gregersen í tíðindunum í gjár, segði Sissal seg vera væl nøgda við fyrstu royndina á palli í gjár. Men hóast veddingarfyritøkur hava Sissal sum stórfavoritt, so sær hon heldur øðrvísi uppá tað:

- Eg royni bara at njóta tað, so leingi sum tað er. Men kenni heilt erligt á mær at eg ikki fari at vinna. Eg hevði ynskt, at eg hevði eina betri kenslu. Men gott vera bangin fyri at fólk ikki velja meg, tí eg vann í fjør - sjálvt um tey halda, at eg havi besta sangin. Odds kann man ikki ganga eftir. Tað hevur víst seg ferð eftir ferð. 

Hoyr alla samrøðuna her

Sí eisini: Sissal enn stórfavorittur at vinna Melodi Grand Priz

Í fjør vóru Sissal og Hallucination best umtókt hjá dómsnevndini, meðan fólkið hevði Tim Schou frammanfyri føroysku songkvinnuna. 

Í ár luttekur Sissal við Infinity, sum hoyrist niðanfyri. Dansk Melodi Grand Prix 2026 byrjar í morgin, leygardagin 14. februar, klokkan 19 føroyska tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder