Innanlands

Video: Her er sangurin hjá Sissal

Føroyska songkvinnan framførir Infinity í Frederikshavn í annaðkvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-13 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Júst sum hetta kemur út, er bert eitt samdøgur til Dansk Melodi Grand Prix 2026.

Annað árið á rað er Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen ein av luttakarunum. Songkvinnan úr Havn skal royna at gerast tann fyrsta síðani Søren og Kirsten í 1985, og onnur í røðini yvirhøvur, sum vinnur kappingina tvey ár á rað.

Les eisini: Sissal enn stórfavorittur at vinna Melodi Grand Prix

Sissal stendur sum favorittur á pappírinum - hóast hon sjálv ikki hevur tær bestu vónirnar.

Sí eisini: Sissal: Kenni ikki á mær at eg fari at vinna aftur

Hoyr sangin ovast ella á Youtube

Kringvarpið og DR senda Melodi Grand Prix í morgin, leygarkvøldið, 14. februar klokkan 19 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder