Nú ber til at hoyra legandarisku popp upptøkurnar við Simma og vinfólki frá fimmti árunum á nettænastuni Spotify.
Tutl útgávufelagið boðar nú frá, at upptøkurnar frá útgávuni “Rasmus í Gørðum – og aðrar plátur frá 50-unum”, nú eru lagdar út talgilt.
Talan er um klassikarar sum “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”, “Sólkugentan”, “Hvønn ein mánadag” og aðrar umframt sangin um Rasmus, sum útgávan er uppkallað eftir.
Tónleikarar og sangarar á útgávuni eru: Birni Dam, Simme Jacobssen, Connie Jacobssen, Jórun Dam Jacobsen, Jákup Luth Joensen, Poli Debes, Sven Bak, Leivur Johannesen, Aggo Mouritzen, Anfinn Debes, Trygve Restorff, Florence Broderick, Erla Rasmussen, Nikolina Jakobsen, Eyðbjørn Jakobsen og Flemming Samuelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald