- Tað snýr seg meira um innihald enn heiti. Og eg haldi, at um man lesur “Nýtt Samband”, so er Sambandsflokkurin samdur í hesum: At vit mugu fáa størri møguleikar.
Bjarni Kárason Petersen segði á FM1 seinnapartin, at tjóðarsemjan ikki snýr seg um “loysing”. Man skal framvegis hava samband og samstarv við Danmark. Tinglimurin úr Framsókn, sum er fyri størri sjálvræði og arbeiðir fram ímoti samráðingum við donsku stjórnina.
Hetta er saman við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Fólkaflokkinum. Miðflokkurin er ikki veruliga við longur, og Sambandsflokkurin var bert við til fyrstu fundirnar: Tá tað at - i øllum partvíst - slíta samstarvið við Danmark kom á breddan.
- Vit eru ikki við, um tað er uttanfyri ríkisfelagsskapin. Og man kann ikki vera innanfyri og vera ein statur, vísti Helgi Abrahamsen á.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin (Mynd: Sverri Egholm)
Í Sambandsflokkinum heldur man, at tað er ov ógreitt, hvat flokkarnir í tjóðarsemjuni vilja. Teir tykjast eisini ósamdir um ymiskt, helt Helgi fyri.
Síðani skjeyt Bjarni aftur, og soleiðis koyrdi kjakið aftur og fram. Tinglimirnir tosaðu eisini um handilsavtalur, veljarakanningar og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald