Í dag hevur landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, undirritað nýtt semjuskjal um verjumál við Kanada saman við Grønlandi og Danmark.
Semjuskjalið skal styrkja samstarvið millum londini á øllum økjum, sum snúgva seg um trygd og verju. Avtalan er í samsvari við tjóðartrygdarpolitikkin, sum Løgtingið einmælt samtykti í mai 2024, og er við til at styrkja Føroyar sum virknan part í trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.
Samstarvsøkini í semjuskjalinum eru býtt í fimm høvuðssúlur, sum fevna breitt, men hava til felags eina yvirskipaða kobling til verjumál. Sum dømi um viðkomandi øki kunnu nevnast venjingar, førleikamenning, vinnu- og ídnaðarsamstarv, nettrygd, trygd á sjónum, strategiskt samskifti, veitingartrygd, heilsuviðurskifti, tøkni og nýskapan.
Bæði yvirskipaða endamálið at menna evnini at varðveita trygd og støðufesti í samstarvi við sameind, og ítøkiligu samtarvsøkini samsvara væl við raðfestingarnar hjá landsstýrinum við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum. Mett verður tí, at við semjuskjalinum eru nýggir møguleikar fyri Føroyar at troyta á økjum, har tað í fleiri førum áður hevur verið lítið samstarv við onnur sameind.
- Norðuratlantshavið og norðurøkið hava fingið størri strategiskan týdning. Við hesum semjuskjali styrkja Føroyar, Danmark, Grønland og Kanada samstarvið sum tætt sameind á fleiri týdningarmiklum økjum í eina krevjandi tíð. Við støði í tjóðartrygdarpolitikkinum eru Føroyar til reiðar at taka størri ábyrgd og virka aktivt fyri støðufesti og trygd í Norðuratlantshavinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum.
Semjuskjalið varð undirritað í München av Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og mentamálum, grønlendsku uttanríkisráðfrúnni, Vivian Motzfeldt, danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, og kanadiska verjumálaráðharranum, David J. McGuinty.
Áðrenn avgerðina at skriva undir semjuskjalið, ráðførdi landsstýriskvinnan seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald