Spyr.fo og Krabbameinsfelagið hava endurnýggjað samstarvsavtaluna.
Tað var í 2015, at Spyr.fo tók stig til eina nýggja, øðrvísi talgilda tænastu, ið bjóðar skjótar spurnarkanningar umvegis fartelefonina. Flest allir føroyingar munnu í dag kenna Spyr.fo - eitt nú frá veljarakanningum, og nógv hava eisini luttikið í kanningum. Fleiri enn 7000 føroyingar eu við í svarpanelinum hjá Spyr.fo.
Hvørja ferð ein fyritøka, stovnur, felagsskapur ella onnur gera eina Spyr-kanning, verða fýra krónur latnar Krabbameinsfelagnum í stuðuli fyri hvønn luttakara í kanningini. Tá ið millum 500-700 fólk svara einari kanning, verður hetta skjótt ein munandi upphædd, sum fer óskerd til Krabbameinsfelagið.
Og stuðulin frá Spyr.fo kanningunum hevur munað sera væl í arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum hesi seinastu tíggju árini. Hetta tíðarskeiðið eru umleið 850.000 krónur komnar inn til Krabbameinsfelagið, sigur Durita Tausen, forkvinna í tíðindaskrivi frá Krabbameinsfelagnum.
– Vit eru sera glað fyri samstarvið og takksom fyri stuðulin. Vit tosa um eina upphædd, sum hesi árini er umleið 850.000 krónur samanlagt. Stuðulin hevur gjørt stóran mun í okkara arbeiði at hjálpa fólki, ið hava ella hava havt krabbamein og eisini á bæði granskingar- og fyribyrgingarøkinum, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald