Uttanlands

– Eitt stjórnarskifti í Iran hevði verið besta loysnin

Tað sigur ameirkanski forsetin, Donald Trump, sum tó ikki vil koma við nøkrum boði uppá, hvør skal yvirtaka leiðsluna

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-02-14 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt stjórnarskifti í Iran hevði verið tað besta, sum kundi hent, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

– Tað tykist sum, at tað hevði verið tað besta, sum kundi hent, segði hann, tá hann varð spurdur av einum journalisti, um hann ynskir eitt stjórnarskifti í landinum.

Hvør hann heldur átti at yvirtikið leiðsluna, vildi hann tó ikki svara uppá, men har er onkur, sum eigur at yvirtaka leiðsluna eftir Ali Khamenei ayatollah, sigur hann sambært Ritzau.

Amerikanski forsetin hevur lagt trýst á Iran fyri at fáa landið at gera eina kjarnorkuavtalu, og keldur siga, sambært tíðindastovuni Reuters, at amerikanski herurin er í ferð við at fyrireika eina fleiri vikur langa atsókn móti Iran, um Trump skuldi givið boð um at leypa á.

Sambært Trump hevur verið trupult at fáa eina avtalu í lag við Iran.

Hann sigur eisini, at flogberin USS Gerald R. Ford, sum er heimsins størsta krígsskip, skjótt fer at seta kós móti Miðeystur fyri at økja trýstið á Iran.

– Um tað skuldi hent, at vit ikki gera eina avtalu, fáa vit tørv á tí, sigur Trump.

Les eisini: Samráðingar við Iran, Ukraina og Russland týsdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder