Í løtuni verða MR-skanningar av brósti ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men væntandi verður hetta sett í verk aftaná summarfrítíðina, sigur landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá í svari til fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin.
Í januar 2026 er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera tað útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk, sigur hon.
– Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, við starvsfólkum frá bæði Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum ger útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar. Tá hetta er klárt, skulu skanningar av bróstum gerast í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður hetta klárt at seta í verk aftaná summarferiuna í ár.
Landsstýriskvinnan sigur, at MR-skanningar av brósti tó ikki kunnu koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða nýttar sum ískoyti til mammografi.
MR-skanning verða m.a. nýttar til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek og til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, áðrenn skurðviðgerð.
Sambært Margit Stórá eru ongar ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið í bræði.
– Í løtuni verður gamli 1,5 Tesla MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er 13 ár, dagførdur. Hetta merkir, at øll teknisk-og telduútgerð verður skift út, men at sjálv 1,5 Tesla magnetin verður varðveitt. Hetta leingir um livitíðina hjá skannaranum við nógvum árum, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald