Innanlands

Infinity og Sissal víðari

Nú skal framførast umaftur og atkvøðugreiðslan byrjar av nýggjum

2026-02-14 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við lagnum Infinity varð sum tann fyrsta rópt upp og kom víðari sum ein av trimum í danska Melodi Grand Prixnum í kvøld.

Nú verður finaluumfarið, og framførast skal umaftur. Eisini skal atkvøðast av nýggjum.

Hini sum eru víðari eru Søren Torpegaard Lund við lagnum Før við går hjem, og Ericka Jane við lagnum Death of me.

Tað var eitt brak av einari framførslu sum Sissal hevði fyrr í kvøld, og hetta hóvað hyggjarunum og ikki minst dómsnevndini. Hyggjarar og dómsnevnd avgera helvt um helvt hvør skal vinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder