Tað bleiv ikki til ein føroyskan sigur annað árið á rað. Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen endaði á triðja plássi við lagnum Infinity.
Dómsnevndin gav Søren Torpegaard Lund 19 prosent, Sissal 17 prosent og Ericka Jane 14 prosent. Tá so hyggjaraatkvøðurnar komu inn, var greitt, at Søren Torpegaard Lund hevði vunnið við "Før vi går hjem".
Tilsamans fekk hann 39 prosent, meðan Ericka Jane fekk 31 prosent og Sissal 30 prosent, sást á skíggjanum.
Føroyska songkvinnan var annars spádd at fara at vinna aftur hesaferð, men soleiðis gekk so ikki.
Eurovision verður í Eysturíkska høvuðsstaðnum Wien 12, 14. og 16. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald