Innanlands

Borgarafundur í SALT í annaðkvøld

Á fundinum, sum snýr seg um Suðuroyartunnilin, luttaka borgarstjórar, løgmaður, umboð fyri tunnilsverkætlanina og aðrar gestir

Borgarafundurin verður í SALT í annaðkvøld, 16. februar (Savnsmynd)

Borgarafundurin verður í SALT í annaðkvøld, 16. februar (Savnsmynd)

2026-02-15 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku boðaðu borgarstjórar í kommununum í Suðuroynni frá, at teir fóru at kalla inn til borgarafund um Suðuroyattunnilin, og skráin til fundin, sum verður í SALT í annaðkvøld, er nú almannakunngjørd.

Endamálið við almenna borgarafundinum er at varpa ljós á støðuna í Suðuroynni, og at greiða betur frá týdninginum av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki, skrivaðu kommunurnar.

Á fundinum, sum byrjar klokkan 20 luttaka borgarstjórar, løgmaður, umboð fyri tunnilsverkætlanina og aðrar gestir. Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt.

Skrá
20.00 – Stutt heilsan frá borgarstjórunum (uml. 10 min.)
20.10 – Framløga: Aksel V. Johannesen (10 min.) + spurningar (5 min.)
20.25 – Framløga: P/F Suðuroyartunnilin (15 min.) + spurningar (5 min.)<
20.45 - Framløga: Suðuroyggin & demografi, Hans Kári Vang
20.50 – Ung og Suðuroyggin – orðaskifti (3 ung, lesandi á pallinum)
20.55 – Familjur, ið hava valt Suðuroynna til - orðaskifti á pallinum (uml. 10min)
21.05 – Útisiglarar / ítróttur í Suðuroynni – umboð frá SSL (10 min.) + spurningar (5 min.)
21.20 – Suðuroy, meðan vit bíða – orðaskifti við 3 borgarstjórum (15 min.) + spurningar (5 min.)
21.40 – Kaffisteðgur (20 min.)
22.00 – Politiskt orðaskifti við forfólkum úr øllum flokkum (30 min.) + spurningar (5 min.)
Møguleiki verður at seta spurningar í salinum.

Fyriskiparar eru Hvalbiar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Sumbiar kommuna, Vágs kommuna, og Tvøroyrar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder