Tað var frammanundan bert hent einaferð í søguni, og tað eydnaðist ikki hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen at gerast onnur í røðini at vinna Melodi Grand Prix annað árið á rað.
Les meira: Sissal skal royna at endurtaka sigurin
Føroyingurin framførdi annars "Infinty" væl og sannførandi í Frederikshavn í gjárkvøldið - tvær ferðir. Sum væntað komu Sissal og Ericka Jane víðari úr 1. umfarinum, og tveir teir størstu favorittarnir sungu harvið tvær ferðir.
Tað gjørdi Søren Torpegaard Lund eisini. 27-ára gamli sangarin og sjónleikarin, sum er kendur frá sangleikum, sannførdi bæði hyggjarar og dómsnevnd við "Før vi Går Hjem".
Tað var tætt, men Lund fekk flestar atkvøður frá báðum pørtunum: Tilsamans fekk hann 39 prosent, meðan Ericka Jane fekk 31 prosent og Sissal 30 prosent.
Vinnarasangurin hoyrist niðanfyri - á sosialu miðlunum er ógvuliga misjavnt, hvat danir halda um sítt nýggja sangumboð
Sí eisini: Eydnaðist ikki hjá Sissal
Tað var eisini ein bilsin og kensluborin vinnari, sum stóð á pallinum í Frederkshavn og tók ímóti steypinum, sum Sissal vann í fjør.
- Eg eri ovurfegin...hvat hendir nú! ?
Søren Torpegaard Lund skal til Eurovision í Wien í mai. Sissal var í Basel í fjør, og tað at hvørki hon ella Ericka Jane stóðu sum vinnari, hevur fingið fleiri danskar miðlar at nýta orð sum "Skelkur" (chok) í yvirskriftum sínum.
Soleiðis er millum annað hjá TV2, meðan DR1 skrivar, at "fjepparar og serfrøðingar tóku feil".
Sissal vísti stóra virðing fyri vinnaranum aftaná, og havnarkvinnan sá als ikki út til at hava trupult við at lata krúnuna víðari. Sissal segði eisini áðrenn stóru sangkappingina í gjár, at nógv dugnalig vóru við, og at hon millum annað óttaðst fyri at fólk ikki fóru at vlja seg, tí hon vann í fjør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald