Í sambandi við føstulávint vóru ein rúgva av fólki í býnum í nátt, og tað hevur eisini givið løgregluni fitt av arbeiði.
Fleiri ferðir var rok úti á gøtuni, har løgreglan mátti leggja seg uppí, fleiri fólk vórðu skuldsett fyri brot á skilhaldsreglurnar, og í hesum sambandi vórðu tvey, sum endaðu við at gista í klivanum á løgreglustøðini í nátt.
Ein bleiv skuldsettur fyri at hava víst harðligan atburð, og viðkomandi bleiv tikin við á støðina. Hann varð leyslatin aftur í morgun.
Ein bleiv skuldsettur fyri at vísa løgregluni longutong, og ein fekk tvær skuldsetingar - eina fyri ikki at akta boðunum hjá løgregluni, og eina fyri ikki at vilja siga, hvør hann var. Tað endaði eisini við, at viðkomandi varð tikin við á støðina. Hann varð eisini leyslatin í morgun.
Umframt hetta bleiv ein annar skuldsettur, tí hann stillaði seg á vegin og forðaði einum løgreglubili í at koyra.
Eisini eru nøkur mál, sum løgreglan fer at fylgja upp uppá seinni í dag. M.a. skal ein hava gjørt seg inná ein vakt á einum skeinkistaði í miðbýnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald