Innanlands

Fosturtøkudiagnostikkur - Vilja vit vita ella ikki vita

Etiska Ráðið skipar fyri kjakfundi um fosturdiagnostikk

2019-05-20 11:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við kjakfundinum er at lýsa hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava. Fundurin er í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 22. mai frá kl. 19.30 til 21.30.

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Endamálið er at kunna kvinnuna/parið á ein neutralan og nøktandi hátt, soleiðis at kvinnan/parið hevur møguleika at taka tað valið, sum er rætt fyri kvinnuna/parið – og ikki at forða at børn, sum bera álvarslig brek ella hava álvarsligar sjúkur verða fødd. Vísir fosturkanningin, at fostrið hevur onkra sjúku ella ber brek, verður hond tikið um hetta, meðan barnið er í móðurlívi ella so skjótt barnið er føtt. 

Men hvat hendir, tá fosturkanningin vísir støðu ella sjúku, sum ikki kann viðgerast ella lekjast ?

Fosturdiagnostikkur førir við sær nógvar torførar etiskar spurningar, sum t.d. nær skal kvinnan fáa bjóðað fosturdiagnostikk ?, hvør skal fáa hetta tilboð ?, og hvussu eiga truplu støðurnar at handfarast, sum kvinnur og pør kunnu koma í orsakað av fosturdiagnostikki. Hvørjar avleiðingar kann ein fosturdiagnosa fáa persónliga og samfelagsliga? Ella er best einki at vita ?

Fundurin verður skipaður við fýra uppleggum.  Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum fer yvirskipað at greiða frá um fosturdiagnostikk útfrá spurninginum hvørt vit vilja vita ella ikki vita. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá fosturdiagnostikki í Føroyum í dag og Fróði Joensen, yvirlækni á Barnadeildini, fer at greiða frá um genetiska skreening av arvaligum sjúkum í Føroyum.

Áðrenn orðaskiftið verður, fer Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum, at hugleiða um, hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki og m.a.hvørjar avleiðingar fosturdiagnostikkur kann hava samfelagsliga og fyri tann einstaka.

Tað verður Óluva Zachariasen, journalistur, sum fer at stýra fundinum og í panelinum verða Hildur við Høgadalsá, Ann Danielsen, Fróði Joensen og Jógvan D. Hansen.

Tiltakið verður beinleiðis stroymað og upptøkurnar lagdar á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum www.etiskaradid.fo Uppleggini verða somuleiðis teknmálstulkaði.

- Etiska Ráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder