Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum metir tað verða sera umráðandi, at meira verður gjørtvið gransking í kvinnuheilsu Í Føroyum, men tó fer hon ikki at seta ávísar granskingarverkætlanir í gongd.
Tað sigur hon í svari til ein § 52a fyrispurning frá Honnu Jensen úr Framsókn.
Hann Jensen heldur, at meira eigur at verða gjørt fyri kvinnur, sum líða av sjúkuni endometriosu, og tí hevur hon m.a. spurt Margit Stórá, um hon ætlar at seta gongd á gransking og innsavning av vitan um kvinnusjúkur í Føroyum.
Landsstýriskvinnan sigur, at játtan eigur at verða sett av til gransking í kvinnuheilsu, men eigur tað at vera eldhugurin og áhugin hjá granskarum, sum stýrir, hvørjum serøkjum granskað verður í.
Gransking í kvinnuheilsu liggur náttúrliga hjá Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og tá ið ein tílík eind er sett á stovn, metir landsstýriskvinnan, at tað er altumráðandi, at vit styrkja og menna hesa eind og ikki gera aðrar granskingardeplar við síðuna av. Tað er tí ikki ætlanin at gera serligan depil fyri gransking í kvinnuheilsu, sigur landsstýriskvinnan.
Tað kundi verið ein møguleiki, at tað varð gjørd ein serlig samstarvsavtala millum Heilsugranskingareindina og “Center for kvinders sundhed”, sum tað júst er gjørt av at seta á stovn í Danmark, og hesum vil landsstýriskvinnan virka fyri, so vit kunnu styrkja gransking í kvinnuheilsu, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald