Innanlands

Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna

Hon var einasta uppskotið til formansvalið hjá Heilsuhjálparafelagnum, og heldur hon sostatt fram í sessinum komandi trý árini

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálaprafelag Føroya (Savnsmynd)

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálaprafelag Føroya (Savnsmynd)

2026-02-16 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna í Heilsuhjálparafelag komandi trý árini.

Tá freistin at stilla upp til formansval var úti 15. februar var bert eitt uppskot komið inn, og er tað sitandi forkvinna Mary Antonsdóttir, og sostatt heldur hon fram sum forkvinna, boðar Heilsuhjálparafelag Føroya frá.

Freistin at stilla upp til nevndarval var eisini úti sunnudagin, og tá vóru bert tvey uppskot komin inn. Talan er um sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson, og eru tey sostatt afturvald í nevndina komandi tvey árini.

Tiltakslimir verða valdir á aðalfundinum hjá felagnum, sum verður 11. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder